Kollektion: Litir

Okkara myndarøð 'litir' vísir Føroyar frá teirra litríku síðu.

Hóast onkrir dagar kunnu kennast nakað gráir í tí, eru vit umgird av alskyns vøkrum litum. Í hesi røðini sært tú allar okkara myndaplakatir í litum - onkrar við sterkum litum, aðrar við veikari. Allar hava tær tó til felags, at hetta eru litir, ið við hava rundan um okkum til dagligt. Sjálvt um talan er um somu tónar, kann kontrasturin vera stórur og blíva til eina flotta mynd.

Allar myndirnar eru okkara egnu og eru broyttar so lítið sum gjørligt.

Plakatirnar kunnu keypast í A5, A4, A3 og A2 á mattum pappíri og verða latnar uttan rammu.